Corinstian Grivenner

Erka-heidningur fyri asmodisku kirkjuna í Kintargo

Description:

Høvuðspresturin hjá Asmodeus í Kintargo er hin hávirdi Corinstian Grivenner. Tó at ein ikki skuldi trú tí at døma frá stásiligu kirkjuni (nógv tann størsta í býnum), fyllur asmodiska trúgvin ikki nógv í lokala gerandisdegnum. Grivenner eigur nakað av ábyrgdini handan hesum. Sum fanatiskur perfektionistur viðvíkjandi reglum og lógum, hevur hann altíð lagt dent á atskilnaðin millum religión og stjórn í Cheliax. Søguliga hevur hann hildið seg burturúr politikkinum í Kintargo (tó at hann regluliga rættaði uppá fyrrverandi borgarstjóran, Bainilus, tá ið hann metti tað verða neyðugt, og ikki var bangin fyri at gera hetta alment). Av tí sama er Grivenner ikki heilt so hataður í býnum sum ein kundi vænta; ræddur, men ikki hataður.
Hendan apolitiska støðan er tó broytt nú, tí eftir øllum at døma arbeiða hann og Barzillai Thrune hond í hond. At hava tignarliga høvuðsprestin sum viðhaldsmann ger bara takið hjá Barzillai á Kintargo tað sterkari.

Bio:

Corinstian Grivenner

Hell's Rebels ArthurGud