Jillia Bainilus

Fyrrverandi borgarstjóri í Kintargo

Description:

Í einum býi ið leggur stóran dent á fagurlistirnar, harímillum sjónleik, var fyrrverandi borgarstjórin onkuntíð nevnd størsti sjónleikarin í Kintargo. Ikki tí hon hevði nakrar royndir á pallinum; nei, hon var bara ein einastandandi falskur politikari. Við øðrum orðum var hon precis tað Kintargo tørvaði. Jillia Bainilus hevði næstan sitið sítt fulla skeið tá ið hon var erstatta av Barzillai Thrune, og sum heild var hon væl líddur borgarstjóri. Hon var vald fyri sína óforskammaðu liberalismu og frísinnaða taluhátt, og fólkið fekk júst tað tey atkvøddu fyri. Mong vísa tó á, at Bainilus var sera kvik at kyssa reiv hjá stjórnini hvørja ferð, til dømis, eitt herskip legði at í býnum, ella onnur máttmikil fólk vitjaðu. Yvirfyri fólkinum var hon liberal, onkuntíð enntá rebelsk, men so skjótt sum kongshúsið kom uppí forsvann skrappa tungan. Summi høvdu at henni fyri hetta, men tey kønu vilja verða við at hennara handfaring av fólki og stati var ein master class í politiskari manipulatión, og harafturat einasti mátin ein politikari kann yvirliva í Kintargo. Flest øll kunnu tó semjast um, at hon var ein góður borgarstjóri.
Hetta er serliga lætt at semjast um nú Barzillai Thrune hevur nevnt seg borgarstjóra. Jillia Bainilus skal eitast at hava verði send til Arcadia í lógarørindum (eitt heilt annað kontinent; hugsa Amerika afturímóti Europa), men longu nú ganga søgur um at hon rýmdi úr Kintargo, er fangað í onkrum myrkum kliva í býnum, ella heilt einfalt er myrd.

Av hennara privatlívi kann nevnast, at Bainilus var ógift og einsamøll. Hon hoyrdi ikki til aðalin, men Bainilus familjan er sera gomul. Tað sigst at ein forfaðir hennara tændi Cayden Cailean sjálvum. Tað er eitt opið loyndarmál at Jillia fylgdi the drunken god, sjálvt um trúgvin er alment banna.

Bio:

Jillia Bainilus

Hell's Rebels ArthurGud