Character creation

Hvat er Hell’s Rebels, og hvat slag av hetjum eru passandi til hetta spæli? Í stuttum handlar Hell’s Rebels um býin Kintargo og komandi kollveltingina har; ein kollvelting ið tit, spælararnir, standa handan. Kintargo er ein frælsis-elskandi býur, ið júst áðrenn spælið byrjar verður yvirtikin av einum tyrani sum milt sagt ikki deilir áhugan hjá vanligu Kintargo íbúgvunum fyri borgararættindi. Kintargo er tykkara heim, og tit eru ikki glaðir fyri nýggju stjórnina. Kanska er harðlig kollvelting ikki fyrsti tankin hjá tykkara characters, men í síðsta enda verður tað upp til tykkum at basa stjórnini. Fá øsing í fólkið, storma Bastille skansan, sprong the House of Lords í luftina, og vís írunum hvat hugtakið ‘freedom fighter’ veruliga vil siga.

Ability scores og levels
Vit rulla ikki fyri ability scores hesa ferð. Ístaðin brúka vit point buy skipanina, við 20 stigum. Tit kunnu royna tað her, eitt lítið sindur longri niðri á síðuni. Hav í huga at fólk við 20 stigum eru óvanlig. Tit eru sterkari, skjótari, klókari og meira lokkandi enn vanligi persónurin. Harafturat rulla tit heldur ikki fyri HP. Ístaðin brúka tit somu mannagongd sum GMs nýta til at finna fram til monster HP. Fyrsta level fáa tit fullan hit die. Á seinna level fáa tit helvtina. Men á triðja fáa tit helvtina +1. Síðani skiftist tað ímillum hesi seinnu hvørt level. Sum bard fær Took 8 HP frá sínum d8 hit die á fyrsta level. Á level tvey fær hann 4, helvtina av d8. Á triðja level, 5. Síðani 4 aftur. Og so 5 aftur. Og so 4 aftur. Og soleiðis heldur tað áfram. Tit kunnu vænta at spæla fram til lv.12-14, um vit spæla alt liðugt.
Tit síggja at hendan skipanin beinir burtur við tilvildarligheitina vit annars eru vanir við. Eg veit ikki um tit eru misnøgdir við hesum, men spyrja tit meg kann eg greiða frá avgerðini. Eg geri tað ikki her tí henda síðan longu er ov long sum er.

Alignment
Frá lýsingini omanfyri heldur tú kanska at spælið skríggjar Chaotic Good. Hetta er ikki ósatt. Stjórnin tit fara upp ímóti er sera Lawful Evil, og klassiska rebell typan er absolutt CG. Spælið leggur á nógvar mátar upp til at tit spæla CG characters. Men har eru fleiri mátar at spæla tær ymisku alignments, so tað er als ikki ógjørligt hjá tær at spæla ein meira Lawful character, hevur tú hug til tað. Sjálvt ein Lawful Neutral typa kundi verði rebellur. Stjórnin hevur lógina á sínari síðu, men ein LN character kundi til dømis verði av tí fatan, at stjórnin misbrúkar lógina fyri at tæna sínum egnu endamálum, heldur enn fólkinum. Eisini Evil characters kundu tikið lut í kollveltingini, tó at tað er meira ósannlíkt. Tá ið tit gera tykkara characters, royni at hugsa meira um hvat tey stuðla, heldur enn teirra alignment. Ein character sum stuðlar óndum gudum, og serliga Asmodeisku kirkjuni ella einaræðisharrum, hevur ongan leiklut í hesum spælinum.

Classes, archetypes og prestige classes
Hell’s Rebels er fyrst og fremst ein urban campaign. Har verða nakrir túrar til lendi uttanum Kintargo og enntá eitt sindur av klassiskum dungeon delving, men tykkara characters verða ongantíð longi uttanfyri býarmúrarnar. Av tí sama, so eru ávísar classes meira passandi til hetta spæli enn aðrar. Allir classes kunnu sjálvandi klára seg her, men tær sum fokusera á villu náttúruna, so sum Ranger ella Druid, mugu allarhelst finna sær eina archetype sum passar betur inn í býarlívið. Og við hesum í huga vil eg nevna nakrar archetypes sum kunnu metast serliga passandi.

Alchemist:

  • Saboteur

Barbarian:

  • Urban Barbarian

Bard:

  • Archivist
  • Chelish Diva
  • Court Bard
  • Demagogue
  • Detective
  • Negotiator
  • Street Performer

Cleric:

  • Crusader
  • Divine Strategist
  • Hidden Priest
  • Separatist

Inquisitor:

  • Heretic
  • Infiltrator

Oracle:

  • Community Guardian

Ranger:

  • Falconer
  • Urban Ranger

Rogue:

  • Charlatan
  • Kintargo Rebel
  • Investigator
  • Rake
  • Spy

Witch:

  • Alley Witch

Fleiri prestige classes eru hóskandi val til Hell’s Rebels. Tær sum krevja Lawful ella Evil alignments eru ikki lættir at rættvísgera, men um GM og spælari kunnu koma fram til eina orsøk til hví ein tílíkur character arbeiðir saman við einum CG uppreistrarbólki ímóti einum LE einaræðisharra, so fari eg ikki at forða tær at spæla tað tú hevur hug til. Nakrar serliga áhugaverdar prestige classes eru umrøddar niðanfyri.

Assassin ella Red Mantis Assassin:
Henda prestige class krevur at ein er Evil. Arthur sigur at hetta er nakað vrøvl, og at tú ert vælkomin at spæla ein hjartagóður, men kanska óvanligur, Assassin. Bara tú onki samband hevur við ein bólk ella religión sum gongur ímóti evninum í spælinum (serliga Asmodeus, Norgorber, Zon-Kuthon ella nøkrum av diabolsku demigudunum), so kundi ein Assassin verði stak áhugaverdur í kollveltingini. Uppreistir, ella enntá borgarakríggj um tit loyva tí at fara so vítt, elva til daprar tíðir, og hugsjónin hjá einum assassin kundi verði virðismikil ímillum ‘the plucky young rebels’.

Bellflower Tiller:
The Bellflower Network er ein bólkur tú kanst lesa meira um her. Í stuttum er hetta er ein bólkur sum í longri tíð hevur stríðst ímóti somu stjórnini tit fara ímóti í hesum spælinum, og serliga ímóti siðinum at taka halflings sum trælir. Bólkurin hevur eina søgu í Kintargo, har folk hava meira virðing fyri frælsi enn aðrastaðni í landinum, men hevur harðar tíðir fyri framman.

Hellknight ella Hellknight Signifier:
Hetta kann tykjast eitt einastandandi ópassandi val, men tað er ikki ógjørligt fyri tí rætta Hellknight at taka part í kollveltingini. Tú kanst lesa meira um Hellknights her, men hav hetta í huganum: í síðsta enda eru Hellknights leiguhermenn. Tey hava svorið seg til eitt ávíst ideal, men ikki allir bólkar av Hellknights hava svorið seg til stjórnina. Hell’s Rebels gevur møguleikan til tey sum vilja spæla lógarinnar harða hond ímóti teimum sum misbrúka lógina. Tað skuldi tó sagt seg sjálvt, at vilt tú spæla Hellknight kanst tú ikki fokusera á tey meira diabolsku elementini av teimum her.

Master Spy:
Ein og hvør prestige class sum ger teg ein betri njósnara er sera hóskandi í Hell’s Rebels. Uppreistur handlar ikki bara um harðskap og morð. Eginleikin at snýta og sníkja seg ímillum stjórnina er ofta frægara vali framum eginleikan av sparka hurðina inn og provokera alla býarvaktina.

Noble Scion:
Okay, tað er ikki heilt rættvíst av mær at nevna hesa, tí Leadership er ein stórur partur av henni og eg loyvi ikki Leadership. Men eg kann ikki lata verða, tí tað er gjørligt hjá tykkum at spæla sum ein limur av einari aðalfamilju úr Kintargo, og so er hon eisini bara skeg. Pengar sum eitt class feature? Skeg. Hevur tú hug at hesari prestige class og hevur eitt rímiligt hugskot til okkurt hon kann geva ístaðin fyri Leadership, so sig endiliga frá.

Pathfinder Chronciler:
Hendan prestige class (og aðrar sum snúgva seg um Pathfinder Society) kann verða áhugaverd, nettupp tí at pathfinders eru sjáldsamir í Kintargo. Har finst ongin pathfinder lodge í býnum og stjórnin er sum heild ikki glað fyri felagsskapin. Men ein pathfinder longist altíð har hann ikki hoyrir heima. Felagsskapurin hevur onga serliga rollu í Hell’s Rebels, men teirra serliga forhold til júst hetta landið kundi leitt til gott rolluspæl. Tað er eisini vert at minnast, at Kintargo hevur upp til fleiri gátir, sum forvitnisligar sálir sum pathfinders eru sera ivrigir at loysa…

Unchained Classes
Tit vita at har finnast alternativar útgávur av Rogue, Barbarian, Summoner og Monk, nevndar unchained classes. “Arthur, kann eg brúka hesar?” spyrt tú. “Jep,” svari eg. Við nøkrum treytum. Fyri internan narrativan samanhang og tílíkt vrøvl eg fleygi mær til, fari eg bara at loyva eina slagnum av tí ávísu class í spælinum. Vilt tú spæla ein unchained Monk, so eru unchained Monks tað einasta slagi av Monk sum finst í spælinum. Internal consistency and whatnot. So sig frá um tú vilt spæla eina sovorðna class. Tað broytir uppá nógv hjá mær.
Unchained Barbarian fari eg tó ikki at loyva. Hesin er heilt einfalt ikki ein Barbarian í mínum skalla. Hinvegin fari eg bert at loyva unchained útgávuna av Summoners. Vanligi Summoner er heilt einfalt OP. Harafturat, so hevur ein tykkara longu gjørt av at spæla ein unchained Rogue. So unchained Rogues eru tann verisónin av Rogue sum finst í hesum spælinum. Men hov, eg havi strangliga banna Dex til damage sum UnRogue fær… UnRogue missur heilt einfalt tað feature. Teir fáa so nógv nýggj features samanborið við vanliga Rogue, at hesir slett ikki kunnu samanberast í styrki allíkavæl. UnRogues fáa tó okkurt endurgjald, títt spilta smábarn. Eitt feat kanska, ella eitt Rogue Talent? Voyt ikki. Vit finna útav onkrum.

Og so til seinast…
Áðrenn tit fara víðari vil eg nevna eitt her til seinast, so at tað er tað fyrsta tit hugsa um til character creation: tit spæla ikki adventurers. Hetta kann tykjast ein løgin útsøgn til eina adventure path, men eg má sláa hetta fæst: tykkara characters verða ikki adventurers. Tit fara ikki út í heim at finna loot, drepa monsters og onkursvegna bjarga heiminum. Tit eru ikki typisku murder hobos, bókstaviliga, í tí at tit ikki eru heimleys og morð tænir ikki endamálinum hjá tykkum. Tit hava eitt heim, allarhelst familju, sikkurt starv eisini. Tað sum skuldi motivera tykkara characters í hesum spæli er tapi av øllum hesum. Ein fremmandur tyranur tekur yvir heim tykkara, og er ein hóttan ímóti tykkara livimáta. Tað er tílíkt sum motiverar uppreistrarfólk, og tað er tílíkt eg kundi tonkt mær at sæð frá tykkum. Hav okkurt samband við Kintargo, tí Kintargo er endamálið í hesum spælinum. Hav umstøðurnar í huga; Kintargo er ikki nakar einastandandi stórur býur. Kennast tykkara PCs? Eru tey kanska í familju? Gift? Spekulera um hvussu tit passa inní henda býin.
Ella kunnu tit gera okkurt heilt annað. Whatevs. Vit finna útav onkrum. Tit skulu bara hava í huga, at typiski ‘drep-fyrst-spyr-spurningar-seinni’, loot-crazy adventurer hvørs einasti eginleiki er damage-per-round fer ikki at passa serliga væl inn her.

Ráð um nøkur ávís class features.

Ráð um races, mál og religiónir.

Campaign traits og annað.

Character creation

Hell's Rebels ArthurGud