Erkahertogadømi Ravounel

Erkahertogadømi. Sikken eitt orð. ‘Archduchy’ Ravounel er tann parturin av Cheliax Kintargo hoyrir til. Tað er tykkara kommuna, basically. Cheliax er deilt upp í seks tílíkar, og Ravounel (útalað Rav-o-nel, I guess?) er ein teirra. Nú skrivi eg, at Kintargo er partur av henni, men Kintargo er kinda alt Ravounel. Staðið er ikki beinleiðis tætt bygt.

Ravounel.jpg

Hetta er ikki tí nakað feilar landinum. Als ikki. Jørðin er fruktarbar og er samansett av smáum bakkum og grunnum dalum, alt grønt. Trø eru tað nokk av, og havið er pillfult í fiski. Orsøkin at so fá liva í Ravounel (25.000 at best) kemst í stórum mun av tí at tað liggur so avsíðis. Menador fjallaketan sum fer um alla suðursíðuna av staðnum ger tað ikki lættari fyri tilflytarar. Og so er tað eystursíðan… Tú sært ‘Nidal’ á kortinum? Nidal er eitt land vígt til Zon-Kuthon á sama máta sum Cheliax er vígt Asmodeus. Hvat er ein Zon-Kuthon? Zon-Kuthon er Hellraiser. Ongin hevur hug at verða nábúgvi til hatta.
Ikki tí, har er friður millum Nidal og Cheliax, men bestu vinir eru londini ikki.

So hvør stýrir staðnum? Eitt erkahertogadømi má hava ein erkahertoga. Well, í tí almenna, ongin. Ravounel er tann einasti landsparturin av Cheliax sum ikki hevur ein almennan leiðara. Áðrenn borgarakríggi var leiðarin av Ravounel House Sarini (tílík embæti ganga í arv í Cheliax), men Sarini navni er í dag eitt tað ússaligasta í øllum landinum. Tú kanst lesa meira um House Sarini og aðrar aðalfamiljur relevantar til Kintargo her, men sjálva erkahertoga sæti í Ravounel stendur tómt. Ístaðin hevur borgarstjórin í Kintargo fylt tann leiklutin seinastu 80 árini. Lítla íbúgvatali, avbyrgingin frá restini av landinum, og tað at kommunan ikki útflytir annað enn luksusvørur hevur ført til at borgarstjórin í býnum er, unofficially, leiðarin av staðnum. Í eygunum hjá trúnuni er Kintargo alt Ravounel.

Ravounel Forest:
Hesin skógurin er gamal. Hesin skógurin er so gamal, at hann var har áðrenn nakað Ravounel var. Tað er frá honum, at landsparturin yvirhøvur fekk navnið. Hann hevur eisini verði nevndur hvørt einasta negativa lýsingarorð í orðabókini. Seriøst, shit be fucked. Hann er cursed, har spøkir, alskyns ódjór liva har og meira. Ikki eitt stað hampafólk fara.

Menador Keep:
Latum okkum tosa um Menador skarði fyrst. Menador skarði er eini landsvegurin ímillum Ravounel og restini av Cheliax. Hann er ein væl røktur vegur, sum sker beint ígjøgnum Menador fjallaketuna ið annars atskilir Ravounel. Henda fjallektan er annars hvar nógv av silvurinum hjá Kintargo verður útvunnið, og er eisini heim til ikki heilt so fáum bólkum av strix.
Menador Keep liggur miðskeiðis í hesum fjøllunum, og er hálvavegna borg, hálvavegna duravørðabúð. Vegurin er fyri tað mesta breiður, men júst har sum hann smalkar liggur hetta keep, sum ein má ígjøgnum skal man til ella frá Ravounel. Tað er stýrt av House Thrune, og verður nýtt til at regulera trafik og vinna pengar vegna eitt ógvisligt bummgjald.

Vyre
Hov? Har er onki “Vyre” á kortinum. What gives? Nei, Vyre er ein oyggj í ein útnyrðing frá Ravounel, heldur langt vekk. Á Vyre liggur einasti býurin á lítlu oynni, eisini nevndur Vyre. Tað er ikki so forvirrandi sum tað ljóðar; har er onki annað at síggja á oynni enn hesin býur. Hví er hetta relevant fyri Ravounel? Tí Vyre hoyrir til kommuna Ravounel.
Vyre er ikki heilt normalt fyri tjóðina. Oyggin svarar til krúnuna í Cheliax, men samstundis hava íbúgvarnir sjálvstýri. Sambandið millum Cheliax og Vyre líkist faktiskt tí millum Danmark og Føroyar. Fólkið á oynni hava sína heilt egnu mentan og søgu, og rokna seg als ikki at verða partur av Cheliax. Tey hava eitt ringt umdømi og eru enn glaðari fyri frælsi enn vit í Kintargo. So hví spæla vit ikki ein uppreistur har ístaðin? Tí tey hava als ikki rebelska andan í sær. Orsaka av fjarstøðuni frá tjóðini gevur Cheliax teimum fyri tað mesta frið. Bara tey gjalda skattin er trúnan líkaglað; tað er ov dýrt at senda skip og soldátar so langt vekk í tíð og ótíð. Meira krevja íbúgvarnir í Vyre ikki. Hvat gera tey meðni, á sínari lítlu oyggj, í friði og náðum? Dyrka hedonismu. Staðið er definera av ólevnaði og lívsnjótilsi av øllum slagi, onkuntíð av tí óseka, av og á av tí ólógliga, og ofta av tí ónærisliga. Stundum øll trý samstundis. Íbúgvarnir lova, at ein kann njóta alt tað Vyre hevur at bjóða heilt anonymt, eitt tilboð sum freistar mong. Fyri tey flestu er staðið tó lítið meira enn eitt ljótt orð.

Til seinast kann nevnast, at man veit um tríggjar drekar sum reiðrast í Ravounel. Ella kanska skuldi man sagt hetta í tátíð. Man hevur nevniliga ikki hoyrt nakað til teir í mong ár nú. Á hinari síðuni eru drekar kendir fyri sínar áratíggju langar lúrar. Hesir drekarnir eru teir somu nevndir í Urban Sleuth trait’inum tit kunnu taka, og ongin teirra er vinarliga sintur. Ein teirra skal eitast at hava lopið á Kintargo fyri mongum, mongum árum síðani.

Erkahertogadømi Ravounel

Hell's Rebels ArthurGud