Fólk og fæ í Kintargo

Skrivi eitt sindur um býlingar, felagsskapir, random bits of lore og smá-kendar NPCs í býnum her. Les víðari um tú saknar okkurt hook til tín character; hetta er basically ‘miscellaneous’ parturin av wiki.

Politikkur í Kintargo

Leiðarin í býnum er altso ein dama nevnd Jilia Bainilus, sum tú kanska hevur fangað aðrastaðni á síðuni. Hennara officiella heiti er antin borgarstjóri ella býráðsforkvinna, alt eftir hvønn tú spyrt, men í okkara eygum líkist rolla hennara meira einum forsætisráðharra. Ein tílíkur verður valdur hvørji fimm ár heilt demokratiskt av fólkinum, og ein og hvør kann stilla upp. Har finst hvørki parlament ella politiskir flokkar, men tað er siður hjá borgarstjóranum at taka ‘ráðgevar’. Tað er ein av skyldunum hjá honum at lurta hvat, til dømis, leiðararnir av teimum ymisku kirkjunum hava at siga, eftirsum at hesir eisini umboða fólkið. Í síðsta enda liggur seinasta orði tó altíð hjá borgarstjóranum.
PCs inniligir í politikki ella søgu vita, at politiska støðan í Kintargo er fackin’ løgin, fyri ikki at nevna unique. Borgarstjórin í Kintargo hevur ikki bara ábyrgd fyri býnum, men fyri alt hertogadømi. Ein tílíkur demokratiskur leiðari finst onga aðrastaðni í Cheliax, og søgan handan hvussu hetta hendi er undarlig. Fyri ikki at nevna, at gongdin at finna ein borgarstjóra ikki altíð hevur verði so demokratisk… Til seinast kann nevnast, at ein og hvør aspirerandi politikari í Kintargo er fangaður í einari løgnari tvístøðu. Fyri at verða valdur má hann appelera til tað frísinnaða býarfólki. Men á hinar síðuni má hann eisini ansa sær frammanfyri kongahúsinum, tí drotningin kann erstatta borgarstjóran nær sum helst verður hann ov rebelskur. Hetta leiðir til borgarstjórar ið rópa “FUCK THE POLICE” alt ímeðan teir ríða á stóra djevla-murtinum hjá drotningini. Jilia Bainilus var sera góð til hesa balancu gongdina.

Felagsskapir

Bellflower Network
The Bellflower Network er eitt skræpu-vánaligt secret society, tí øll kenna til tað. Agentar fyri netverkið stríðast ímóti trældómi, serliga av halflings. Av tí sama arbeiða tey nógv í Cheliax, har halflings ikki eru roknaði sum fólk og vanliga verða trælabundin. Nú nevndi eg tey eitt vánaligt secret society, men to be fair so veit almenningurin ikki um felagsskapurin er aktivur í Kintargo; fólk ganga líkasum bara út frá tí. Kintargo er so avsíðis og liberalt, at fólk har skíta á reglurnar og loyva halflings at liva í fríði. So the Bellflower Network hevði havt relativt fríðar teymar har, og havnabýurin hevði verði eitt gott stað at smuggla halflings úr landinum.

Hellknights
“Samfelagi kann ikki yvirliva náði.”
Hellknights. Áh, mín guð, hellknights. Hesir fanarnir. Hellknights eru paladins uttan alt hatta menniskja-góðum-tokki stadsi og teir eru awesome. Hetta eru men og kvinnur sum hyggja at heiminum, og síggja nógv góð ideal, men ikki nóg nógv fólk sum fylgja teimum. What’s a good citizen to do? Inspirera onnur at gera gott við at verða góður sjálvur? Tað tekur tíð. Ímeðan tú ert fittur og frommur stjala, drepa, og neyðtaka onnur. Og tað er bara inní sjálva samfelagnum; hygg uttanum! Make no mistake, friður og ordan eru lítlar oyggjar á einum havi av hatri og harðskapi. Heimurin er ikki eitt pent stað. Fólk mugu sameinast um tað góða áðrenn tað er ov seint.
Og vilja tey ikki standa saman fyri vón og framstig… Well, kanska er ræðsla og neyð meira motiverandi. Kanska er tað tørvur á onkrum at noyða fólk at verða hampilig.

Hellknight_2.jpg
Hygg at hesum Darth Vader motherfockarinum. Hygg at honum.

Hellknights eru altso bólkar av fasistiskum reyvarholum, sum renna runt og revsa fólk fyri whatever tey meta verða revsuvert alt ímeðan tey eru super sjálvglað í vitanini at tey eru the good guys. Lítið at siga til, at almeninngurin hatar tey.
“Men, Arthur,” sigur tú í tínari irriterandi óvitandi rødd, “hvussu kann tað verða lógligt hjá roving gangs av Judge Dredds [Teir eru totally bara Judge Dredds] at renna runt Cheliax? Svara mær, tín alvitandi adonis!”
“Oh, it gets much worse,” svari eg aftur. Tí hellknights eru ikki bara amatør gestapos. Teir eru riddarar við øllum tað inniber: rustningar (super, super creepy rustningar), citadels og bæði vælsignilsi og fígging frá statinum. Søgan handan hetta er ikki stutt, so eg fari ikki at skriva hana her (og tykkara PCs høvdu ikki kent hana allíkavæl). Í dag virka ymiskir bólkar av hellknights sum judge, jury og executioners ikki bara í Cheliax, men allastaðni teir kunnu røkka. Tey leiga regluliga sínar vøddar og umdømi út til onnur sum leiguhermenn, um tey altso meta endamálið verði verdugt, og tó at tey eru hataði, so eru fá sum kunnu nokta at tey ikki eru effektiv. Tey hava gjørt umheimin til eitt, um ikki betri, so meira hampiligt stað.

Nú havi eg nevnt ‘bólkar av hellknights’, tí har eru indeed fleiri ymiskar sonevndar orders av hellknights. Tær tvær orders sum verða relevantar í okkara spæli fáa eina stutta lýsing niðanfyri.

Order of the Rack
“Venoms of the mind poison the body.”
Allar negativu stereotypur fólk hava av hellknigths eru at finna í the Order of the Rack. Hóttan av almenninginum, torturur, deyði sum teirra go-to revsing; the Rack eru ikki fittar typur. Tað sum ger tey serliga áhugaverd er hvat teirra order veruliga leggur dent á, tað sum atskilur tey frá øðrum hellknight orders: tey fungera sum eitt Orwellian thought police. Order of the Rack “verjir” almenningin frá “korruptión”. Decadentir tankar, sjálvsøkni, nyttuleyst hugflog – hetta eru ting sum halda aftur einum virknum samfelagi. Fremmand ideal og enntá innovatiónir mugu undirkúgast, ikki tí har er nakað beinleiðis skeivt við teimum, men tí tey kunnu órógva samanhaldi ímillum fólki. Best er at halda seg til siðvenjur, og ert tú eitt sindur ov individualistiskur, talar tú ímóti the status quo, ja, so ert tú ein hóttan fyri samfelagið. Og tílíkar hóttanir mugu basast.
Tað sigur seg sjálvt at list og tøkni ikki er nakað the Rack dámar. Tey hava brent óteljandi nøgdir av bókum og listaverkum sum kundu metast subversive. Og uppreistarfólk? Hah! Noy, tú. Order of the Rack eru traditiónsbundnir nationalistar, og ein av teimum fáu hellknight bólkunum sum faktiskt hava svorið seg til kongshúsið. Við øðrum orðum standa tey í andsøgn til ALT Kintargo stendur fyri. Og hvat var tað Barzillai Thrune hevði við sær, tá ið hann fyrst kom til býin? Eina smærri her deild av Rack hellknights…

Order of the Torrent
“Breathe deeply before the plunge.”
Ein virðilig hellknight order hevur fleiri hundrað limir. Ein sterk order hevur túsundavís av brynjuvardum bøllum. The Order of the Torrent telur 30 menn á einum góðum ári. Og tað er langt síðani tey hava havt eitt gott ár. The Torrent er ein tann smæsta av øllum hellknight orders, um ikki tann allarminsta. Hesir hellknights eru tó, um ikki populerir, so tolereraðir í Kintargo. Hví? Partvís tí at teir eru lokalir. The Torrent var stovna í býnum stutt aftaná borgarakríggi (70-ish ár síðani) og hevur verði har líka síðani. Teirra fokus sum ein hellknight order hjálpir eisini uppá teirra PR. Tey patruljera sjálvandi í býnum eftir kriminellum, júst sum aðrir hellknights (og eru akkurát líka náðileysir), men hava lagt fokus á gíslatøkur og samráðingar teknikk. Rættiliga fucking specifikt fyri eina sovorðna order, og hetta er eisini hví the Torrent telur so fáar limir. Ja, tey eru ov langt vekk í liberala Kintargo, men tað sum veruliga forðar teimum at veksa, er at teirra fokus og vanligi hellknight hugsunarhátturin næstan eru mótsagnir. Diplomati? Við lógarbrótarar? HERESY! Tað eru fáir hellknights sum megna at sameina svørt-hvítu, law & order yvir alt tankagongdina við neyðsemjur og sálarfrøði. Ja, Torrent hellknights læra sálarfrøði. Tey eru hostage negotiators. Torrent hellknights eru tó nógv umbidnir, ikki minst av øðrum orders. Tey hava eitt skillset ongin onnur order hevur, og verða tí ofta bidnar um at hjálpa í viðkvæmum støðum. Flestu limirnir eru faktiskt spjaddir um alt Cheliax sum ráðgevar.
Í Kintargo hevur teirra spesialisering altso blíðka felagsskapin í eygunum hjá mongum, tó at hellknights sum heild eru hataðir. Torrent limir eru harðir hundar, men tað er ikki óvanligt at hoyra onkran gløðandi verja tey. Har er altíð onkur villigur at svørja at hesin ella hasin ikki hevði verði livandi í dag hevði tað ikki verði fyri hjálpini frá the Torrent. Tað er kanska tað sum veruliga atskilur the Torrent frá øðrum hellknight order: Torrent leggur meira dent á at hjálpa offrinum enn at revsa brotsmanninum.

hellknights.jpg
Hellknights doing what they do best.

Fólk og fæ í Kintargo

Hell's Rebels ArthurGud