Nøkur class features

Bloodlines og Mysteries
Ein og hvør bloodline kann passa fínt inní Hell’s Rebels, men tær fylgjandi bloodlines passa serliga væl til: aquatic, celestial, destined, maestro og martyred. Infernal bloodline kann verða serliga skeg um tú vilt spæla ein sorcerer freistaður av júst tí hann berjist ímóti í hesum spælinum.
Oracle mysteries við sterkastu sambondunum til Hell’s Rebels eru: ancestor, battle, lore, metal, streets og waves.

Familiars og animal companions
Longist tær eftir at vita hvørjar familiars casters í Kintargo eru serliga glaðir fyri er hetta ein nokkso fullfíggjaður listi: bat, blue-ringed octopus, cat, donkey rat, fox, hawk, lizard, otter, owl, raccoon, rat, raven, thrush og weasel. Av improved familiars kunnu nevnast carbuncles, cassisian angels, celestial hawks, dire rats, faerie dragons, lyrakien azatas, pipefoxes, pseudodragons, silvanshee agathions, sprites, stirges og voidworm proteans. Imps eru eisini nokkso vanligir ímillum teimum sum stuðla stjórnini, men eru sjálvandi heldur ópassandi til tykkum.
Fylgjandi animal companions kunnu finnast í Kintargo ella økinum uttanum Kintargo: aurochs, axe beak, badger, bear, bird (eagle, hawk ella owl), boar, cat (small), dire bat, dog, dolphin, elk, frog, goblin dog, horse, lizard (giant gecko), lizard (monitor lizard), octopus, orca, pony, ram, roc, seahorse (giant), shark, snake (constrictor), snake (viper), squid, stag, trumpeter swan, vulture (giant), weasel (giant), og wolf. Animal companions elva vanliga ikki til órógv í Kintargo, bara tey duga at skikka sær, men tit skulu ikki verða bilsnir um ávísir handlar ella almennir stovnar ikki vilja hava títt risa fýrbein inn.

Favored Terrain og Favored Enemies
Meirilutin av Hell’s Rebels fyrigongur innanfyri býarmúrarnar hjá Kintargo, men tit koma uttanum býin meira enn eina ferð. Urban er uttan iva besta vali til favored terrain, men forest, mountain, underground og water kunnu eisini brúkast.
Til favored enemies hevði tú ikki fari skeivur um tú valdi aberration, dragon, humanoid (human), monstrous humanoid, outsider (lawful ella evil) ella undead. Fíggindar uttanfyri hesar subtypes verða tó ikki óvanligir.

Nøkur class features

Hell's Rebels ArthurGud